Takk fyri árið í ár
Vit siga eina stóra tøkk fyri árið í ár og fyri tann stóra áhugan at spæla hondbólt í felagnum. Tað hevur verið eitt gott ár við nógvum upplivingum, dystum og felagsskapi.
Ein hjartans tøkk fer til okkara sponsorar, fjepparar, leikarar, venjarar og øll hjálparfólk, sum hava lagt nógv fyri og stuðlað felagnum gjøgnum árið. Tað hevði ikki verið tað sama uttan tykkum.
Ein serlig tøkk fer eisini til foreldur, sum altíð eru til reiðar at hjálpa. Tit koyra børn til og frá kappingum, hjálpa til við heimadystum, samskifta, taka lut í stuðulstiltøkum og eru altíð til reiðar at hjálpa, tá vit hava brúk fyri tí. Uttan tykkum bar onki til – tit eru ein ómetaliga týdningarmikil partur av felagnum.
Nevndin takkar fyri eitt gott og gevandi samstarv, og ynskja vit øllum eitt gott nýggjár. Vit gleða okkum til eitt spennandi og gott 2026 saman við tykkum.