Sjálvboðin

Saman um eitt gott barnalív – saman um Team Klaksvík

Team Klaksvík arbeiðir fyri at skapa eitt gott, trygt og virkið ítróttaumhvørvi fyri børn og ung. Tað ber bara til, tá vit standa saman – foreldur, familja, vinir og øll onnur, sum vilja stuðla felagnum.

Tú nýtist ikki at hava børn, sum spæla hondbólt, fyri at vera við. Øll, sum hava hug at geva eina hjálpandi hond, eru hjartaliga vælkomin.

Okkum tørvar m.a. hjálp til:

  • Dómarauppgávur

  • Hallarábyrgd einstøk vikuskifti

  • Vaktir, til Burn-dystir

  • Stuðulstiltøk

  • Aðrar smærri og størri uppgávur í sambandi við felagið


Uppgávurnar kunnu laga seg eftir tína tíð og áhuga – tú avgerð sjálv/-ur, hvussu nógv tú kanst vera við.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð her á síðuni ella seta teg í samband við ein nevndarlim. Skriva stutt, hvat tú kundi hugsað tær at hjálpt við, so finna vit eina góða loysn saman.

Vilt tú vera við í okkara felagsskapi?

Send okkum eini boð hvat tú kundi hugsa tær at hjálpt við, so seta vit okkum í samband við teg :)

Hjálp til Burn-heimadystir


Til heimadystir hjá Burn hava vit tørv á sjálvbodnum til ymiskar uppgávur. Jú fleiri vit eru, jú lættari og stuttligari gerst tað hjá øllum.

Okkum tørvar m.a.:

  • Innkrevjarar
  • Kioskfólk
  • Bakstur/Toastbreyð
  • Vaktarfólk (18 ára aldursmark)
  • Gólvturkarar
  • Ábyrgdarfólk til høllina. Syrgja fyri at hon er klár áðrenn dystarbyrjan og at høllin er væl frágingin eftir dystin.

Vit gera eitt skema, har vit skiftast um at hava ábyrgd, vaktir og aðrar uppgávur.

Døming:


Útbúgving:

HSF hevur sett sær sum mál, at menna dómaraøkið komandi árini. Hetta skal gerast í tøttum samstavi við feløgini runt landið har dentur verður lagdur á, at mennara dómarayrkið í øllum aldursbólkum og deildum.


Tað er ikki enn krav, at hava ella taka dómaraskeið fyri at døma dystir hjá okkum. Men hevur tú hug til tess, so skipar HSF fyri dómaraskeið/dómaraútbúgving.

Dómarar kunnu taka trý ymiskt prógv, A-, B- og C-dómararprógv. C-prógvið er ætlað teimum, sum døma upp til og við U14, B-prógvið til 1. deild, 2. deild, U18 og U16, meðan A-prógvið er til fremstu deildirnar.

A – Dómaraskeið
Allir dómarar í bestu deildini skulu luttaka á A – dómaraskeiðum og samlingum í 2025-26. Eisini skulu allir A – dómarar hava góðkenda A – regultest, ið skal endurnýggjast hvørt ár.

B – Dómaraskeið
Øll sum døma frá U16/18 og 1. deild skulu í framtíðini hava tikið B – dómaraskeið og hava góðkenda B – regultest fyri at døma í hesum deildum. HSF viðmælir øllum, ið døma U18 og 1. deild, um at luttaka á B – dómaraskeiði skjótast til ber.

C – Dómaraskeið
Øll sum døma ungri deildir fáa bjóðað grundleggjandi dómaraskeið úti í feløgum. Dentur verður lagdur á grundleggjandi dómarareglur og døming í yngru deildum til og við U14/16.

D – Skeið fyri dómaraborð
Skeið fyri ábyrgdarpersónar, ið umsita dómaraborð.
Skeið verður eisini hildið on-line.

Nærri kunning:

Meira kunning fæst eisini við at venda sær til Ára Rouch, ari@hsf.fo, tlf. 231982
ella til Dánjal Samuelsen, danjal@hsf.fo, tlf. 597600.